Glas

Hjá GRANT er alt klárt glas í orkuflokki A, um ikki annað er valt.
Rútarnir sjálvir eru 23 mm tjúkkir, 4-15-4 mm við u-virði 1,0.
Á plastvindeygum er 3-lag glas standard við u-virði 0,5.

Ráglas er glas, sum ikki sæst ígjøgnum. Hetta verður vanliga nýtt í wc vindeygum og í úthurðum. Ráglasið fæst í fleiri avbrigdum, so sum Etza, Kura osv. Tað sær tú við at trýsta á leinkjuna http://atlanticpane.fo/index.php?id=22

Trygdarglas hóskar væl til vindeygu og hurðar, har rúturin fer heilt niður á gólv. Trygdarglas hevur somu brotstyrki sum ”vanligt” glas, men hongur saman í límingini, so tú ikki skert teg av tí (júst sum ein bilrútur). Trygdarglas kann eisini verða veitt við herdaðum glasi. Herda glas hevur eina høga brotstyrki.

Ljóðdoyvandi glas tekur ljóðið og hóskar væl tætt við veg við tungari ferðslu. Ymisk glastjúgd er á innara og uttara glasinum. 

Sóldoyvandi glas sum antin reflekterar ella absorberar sólstrálurnar. Hetta er gott til stórar glassíður, ið eru suðureftir.

Alt glas vit veita í okkara vindeygum og hurðum er frá Atlanticpane, tað eru nógv ymisk sløg av glasi og hevur tú spurningar ella okkurt seligt ynski um glas í tíni nýggju vindeygu ella hurðar, er bara at spyrja.