Hurðar
Træ Træ/alu Plast Aluminium Automatikk
Ráðgeving, søla, uppsetan og viðlíkahald

Inngongd hjá Bank Nordik, Oknarvegur 5, TórshavnBest umtókt:

  • Skjótihurðar
  • Karusellhurðar
  • Hurðapumpur
  • Vindeygamotorar

GRANT er størsti veitari av automatiskum hurðum í Føroyum, og hava vit serútbúgvið fólk við fleiri ára royndum. Higartil hava vit selt og sett upp meira enn 150 automatiskar hurðar í Føroyum. Okkara samstarvsfelagi, TORMAX, er størsti framleiðari og veitari av automatiskum hurðum í Danmark.

Vit veita hurðar til øll økir og til øll endamál. Nevnast kann sjúkrahús, bankar, apotek, matvøruhandlar, bensinstøðir, handilsmiðstøðir og skip. Vit hava eitt stórt úrval av ymsum hurðaskipanum, sum t.d. skjótihurðaskipanir, veingjahurðaskipanir, karruselhurðaskipanir og harmonikuhurðaskipanir. Vit hjálpa við at finna røttu loysnina til júst tín tørv.

Vit veita ráðgeving, montering og viðlíkahald av automatiskum hurðum, umframt eina døgnvaktarskipan um okkurt óvæntað skuldi hent.

Tú kanst leita tær íblástur á síðuni hjá Tormax, Danmark.


SLØG AV Hurðum