Hurðar
Træ Træ/alu Plast Aluminium Automatikk
Úthurðar og altanhurðar úr timbri

Úthurðar og altanhurðar til tað føroyska veðurlagið skulu vera av hægstu góðsku.

Altanhurðarnar, sum vit gera, eru úr furu og fáast í tí máti, sniði og liti, sum tú ynskir. Lat okkum hoyra títt ynski, so gera vit eitt tilboð.

Til framleiðslu av úthurðum hava vit eitt gott samstarv við Snikkaravirkið DPR, sum framleiðir timburúthurðar fyri okkum til okkara kundar. Allar úthurðarnar eru av mahogni. Keypir tú eina timburúthurð frá okkum, so hevur hon eitt 12 ára garanti. Á myndini niðanfyri er eitt yvirlit yvir hurðar og síðupartí, sum eru mest vanlig.

Møguleikarnir eru fleiri. Lat okkum frætta hvat er áhugavert, so gera vit tær eitt tilboð.

Snið, nøkur dømir

 


SLØG AV Hurðum
Úthurð
Altanhurð