Fasadur

Fasadur

GRANT framleiðir í dag bæði vindeygu, hurðar og heilar húsafasadur úr aluminium. Hetta er sterkt lætt, snøgt og viðlíkahaldsfrítt tilfar, sum verður alt meira nýtt til bæði privathús, skrivstovu- og virkisbygningar.

GRANT ger í dag flest allar modernaðar húsafasadur á virkisbygningum í Føroyum, og tey, sum velja okkara tilfar til síni privathús, gerast eisini støðugt fleiri.

GRANT hevur serkøn fakfólk

Tað er ikki bara sjálvt tilfarið, sum er lætt og snøgt. Grant hevur eisini serkøn fólk til monteringina. Tú skalt bara velja tilfar, lit og siga hvussu útsjóndin skal vera. Vit framleiða, koyra út og seta upp.

Og so hevur tú ikki meira stríð av tí. Vindeygu, hurðar og húsaveggir frá okkum krevja minimalt viðlíkahald – og tilfarið heldur fyri lívið.

Vendið tykkum til skrivstovu okkara við ynskjum og spurningum, so finna vit tað røttu loysnina til tín.