Seinasta

Fleiri nýggj størv hjá GRANT

08 - 10 - 2019

Sum ein liður í at menna starvsfólkahópin søkir GRANT eftir fólki til fleiri uppgávur og arbeiðsstøð. Vit ynskja at seta starvsfólk á øllum okkara trimum framleiðslum í Vatnsoyrum, í Miðvági og á Rituvíkshálsi. Eisini hava vit tørv á fólki til ísetan av vindeygum og hurðum hjá kundum okkara kring allar Føroyar.

Haraftrat hava vit eisini brúk fyri einum fólki at viðlíkahalda og seta automatiskar hurðar upp. 

GRANT er eitt virki í menning. Vit eru í løtuni 50 starvsfólk og gleða okkum at fáa nýggjar starvsfelagar.

Les meira um leysu størvini ovast á breddanum her.