Seinasta

Nógv fólk til móttøku

08 - 10 - 2019

Hjartaliga takk fyri vitjanir og heilsanir á móttøkuni í dag tann 26. septembur.
Vit eru sera takksom fyri, at so nógv fólk møttu til móttøkuna á deild okkara í Vatnsoyrum í dag, har vit løgdu fram okkara nýggja navn GRANT. Hóast tað var illveður við vindi og regni, vóru eini 200 fólk inni á gólvinum. Vit takka fyri góð ynskir, gávur og heilsanir. Hetta gevur okkum gott mót uppá framtíðina.

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum, um tit fáa brúk fyri ráðgeving ella at bíleggja vindeygu og hurðar. Vit eru eisini til dystin fús um stórri verkætlanir eru í umbúna.

Næstuferð tú ringir til Aluplast ella H-DYGD, svara vit telefonini nakað soleiðis: Hjá GRANT, góðan dag!