Seinasta

Styrkja okkum til automatikkhurðar

01 - 11 - 2019

Leivur Dalsgarð er í dag settur í starv hjá Grant, sum tænastuteknikari við serligari ábyrgd av automatikkloysnum á hurðum og vindeygum. Leivur er útbúgvin elektromekanikari og hevur royndir sum sjálvstøðugur vinnurekandi.

Vit hava sett nógvar automatikkhurðar av merkinum Tormax upp í Føroyum, og ynskja vit sjálvsagt at viðlíkahalda hesar og gera neyðugar ábøtur, um tørvur er á tí. Automatikkur í hurðum og vindeygum er eitt virkisøki, har vit ynskja at veita eina enn betri og støðugari tænastu. fegnast vit um at hava fingið Leivur við í hópin, og ivast ikki í at kundin eisini fer at merkja eina enn betri tænastu.

Hevur tú brúk fyri eini automatiskari hurð, so eru vit fús at ráðgeva og geva fegin óbindandi tilboð.