Seinasta

Plastvindeygu til serprís

04 - 03 - 2020

Allan mars og fram til 17. apríl 2020 eru vit í røttum várhýri, og lata heili 25 % avsláttur av kostnaðinum, tá tú keypir HDYGD-plastvindeygu. Ymisk snið í gráum liti

HDYGD-vindeyguni úr plasti eru kend fyri sítt haldføri og ómakaleysu røkt. Øll vindeyguni vera framleidd eftir at ordrin er umbiðin. Tískil stendur tær frítt at velja snið, sum hóskar til tín tørv og tann lit, sum tær dámar best. Glasið í plastvindeygunum frá GRANT er tíðarhóskandi orkusparandi 3-lag glas, um tú ikki biður um annað. 

Vert er eisini at leggja merki til at GRANT gevur 12 ára garanti uppá øll vindeygu og allar hurðar, sum vit selja.

Les meira um HDYGD vindeygu og hurðar aðrastaðni her á síðuni. 

Tú ert eisini hjartaliga vælkomin at ringja, skriva ella vitja okkum á okkara sølustøðum í Vatnsoyrum, Í Hoyvík ella í Klaksvík.