Seinasta

Ring ella skriva heldur enn at vitja

15 - 03 - 2020

Fyri at minka um smittuvandan av Covid-19, heita vit á øll okkara viðskiftafólk, um at brúka telefon, heimasíðu og teldupost, heldur enn at vitja á okkara sølustøðum.

Vit sita klár at svara øllum fyrispurningum.

Søludeildirnar í Klaksvík, í Hoyvík og í Vatnsoyrum eru tíverri ikki opnar, men vit sita klár at svara øllum fyrispurningum, geva óbindandi tilboð og ráðgeving, eins og vanligt.

Vit gera hetta fyri at verja okkara starvsfólk og eisini tykkum vitjandi.
Hetta er galdandi til nýggj støða verður tikin.
Vinarliga haldið okkum tilgóðar.

Vinarlig heilsan
GRANT

Telefon 355 000 ella teldupost grant@grant.fo