Grant

Nú eita vit Grant

Um navnið Grant

Í eina tíð hava vit arbeitt við at finna eitt nýtt hóskandi navn og búmerki. Vit hava havt samstarv við lýsingarstovuna Sendistovan um at finna navnið. Sjálvt búmerkið hevur Sasho Bjartsson frá Spor sniðgivið. 

Grant er eitt gamalt føroyskt orð, ið merkir: klárt, týðiligt, gjølligt, skilligt, neyvt, gott.

Eitt sindur av kanningararbeiði vísir at orðið kemur fyri í gomlum tekstum sum td í eini søgn um Mykines í Færøsk Anthologi 1 hjá V.U. Hammershaimb, frá 1891.

"Enn á døgum sigast menn stundum at hava sæð eina oyggj fyri norðan Vágar; há fjøll eru sjónlig á henni, djúpir dalir og hvítir fossar; helst eru tað sørvágsmenn, sum hava sæð hana grant ofta, tá ið teir hava verið burtur í haga at røkta seyð har, hvar norðurhavið er havt í eygsjón."

Samanumtikið kann sigast, at vit vilja brúka orðið í týdninginum ´klárt, týðiligt og neyvt´. Tað skal vera klárt og týðiligt at vit levera dygdargott handverk. Tí vit eru GRANT.