Vindeyga
Træ Træ/alu Plast Aluminium
Trævindeygað er klassikarin

HDYGD trævindeygað er klassikarin, sum við sjarmu, hugna og stíli heldur í nógv ár. Fleiri av okkara trævindeygum frá byrjanini í 1968 eru enn í nýtslu. Hetta borgar fyri góðsku.

Møguleikar

Fyri at tú kanst fáa røttu vindeyguni til heimið, verða HDYGD trævindeygu framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava. Sama um talan er um topphongd, síðuhongd, toppsving, síðusving ella við føstum karmi og við sprossum ella ei. Við toppsvingi kann vindeyga vendast og útsíðan vaskast innanífrá. Hesir ymisku eginleikarnir kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi. Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. Hesir sera ymisku eginleikar kunnu saktans verða settir saman í sama karmi, tá ið fleiri vindeygu verða sett saman. HDYGD trævindeygu eru umfatað av 10 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara kundum.

Haldgott vindeyga 

HDYGD trævindeygu hava roynst framúr væl í føroyska veðurlagnum. Fleiri av okkara vindeygum, sum enn verða brúkt, eru meiri enn 40 ára gomul. Trævindeygað hevur ein alu-rútalista í neðra at verja ábærasta staðið á vindeyganum, sum øll vætan frá vindeyga og veggi rennur niðurá. Botnglaslistin eru úr aluminium, og síðu- og toppglaslistin eru úr plasti.

Kjarnuviður og rotviðgerð

Okkara royndir við føroyska veðurlagnum gera, at vit umframt at brúka kjarnuvið eisini rotviðgera viðin. Hetta leingir so mikið um livitíðina á HDYGD trævindeyganum, at tað livir væl longur enn líknandi vindeygu uttanlands. HDYGD trævindeygað hevur 65 til 70 % av kjarnuviði, sum gevur natúrliga rotviðgerð. Timbrið verður lagt í rotviðgerðarløg, so viðurin sýgur løgin í seg. Minst 5 mm rotviðgerð er undir yvirflatu og minst 5 cm í endum. Tað forðar fyri, at rotið byrjar beinanvegin slit kemur á málingina ella vindeygað fær eitt skursl.

Liðugmálað vindeygu

Nógv tíð og stríð er at spara, keypir tú liðugmálað vindeygu. Hjá okkum verður málingin sproytað á, eftir at timbrið er liðugt tilevnað, og áðrenn besløg, listar og glas verða ísett. Tað verður sostatt málað allastaðni, har tað skal málast, og ongastaðni, har tað ikki skal málast. Haraftrat er grundarin ein soppadrepandi løgur, sum leingir livitíðina, vindeygað hevur. 

Litir

Tú kanst velja at fáa vindeyguni ómálað ella málað. Vanligasti liturin er hvítt, og kallast tann litkotan NCS 0502-Y. Til ber annars at fáa tann lit, tú vilt hava – eisini um tú vilt hava ymiskar litir innan og uttan.

Alulistarnir, sum verða settir niðast á vindeygakarminum, og møguligir ventilar eru hvítlakkeraðir á hvítu vindeygunum og gráir, tá ið karmurin hevur annan lit.

Løtt og einføld røkt

Hóast HDYGD trævindeygu ikki krevja nógva røkt, er týdningarmikið at røkja tey rætt. Vindeygu, sum verða latin liðugmálað, klára vanliga 3-5 ár har ábart er. Í lívd kann tað ganga nakað longur, áðrenn tørvur er á viðgerð aftur. Øll besløg og mekanismur eiga at verða smurd regluliga og helst tvær ferðir um árið.

Sprossar

Umráðandi er, at vindeyguni hóska til tíni hús. Og møguleikarnir at laga HDYGD trævindeyguni til tann stíl, tú ynskir, eru óteljandi. Um tú td. ynskir sprossar, so eru fyrst tveir møguleikar: gjøgnumgangandi sprossar og/ella klipssprossar. Gjøgnumgangandi sprossarnir eru 47 mm, 68 mm, ella 78 mm, meðan klips-sprossarnir fáast í 28 mm, 45mm og 65 mm. Postarnir fáast í 68 mm og 78 mm.

Frá ráðgeving til ísetan

GRANT er tín føroyski heildarveitari av vindeyga og fasaduloysnum. Vit ráðgeva tær, so tú fært tí røttu loysnina til tín tørv. Vit bjóða okkum eisini at taka tíni gomlu vindeygu úr og seta tey nýggju í. Spyr okkum um kostnað, og ger avtalu um nær tú ynskir arbeiðið gjørt.


SLØG AV VINDEYGUM
Toppsving
Fastur karmur
Síðuhongt
Topphongt
Sersnið