Vindeyga
Træ Træ/alu Plast Aluminium
Snøgt og sera haldført

Arctic Extreme er eitt aluminiums vindeygasystem frá Aluplast, ið er ment við høvuðsdenti á bjálvingarvirði. Harafturat hevur systemið eina røð av øðrum eginleikum og møguleikum. Tað vigar lítið í mun til styrki, óendaliga nógvar sniðgevings-møguleikar, uppbygt sum eitt modeller system, nógvar upplatingarmøguleikar, fæst í nógvum ymiskum litum, langa livitíð og mest sum viðlíkahaldsfrítt. 

Tilfar

Av tí, at vindeyguni er framleidd úr aluminiumi, eru tey løtt, men ótrúliga sterk. Hetta ger tey serliga væl egna til stórar flatur, sæð í mun til vindeygu úr øðrum tilfari. Aluminium er eisini sera lætt at halda, og tí eru vindeyguni mest sum viðlíkahaldsfrí (smyrja gangandi deilir), samstundis sum tey hava langa livitíð.

Snið

Arctic Extreme er uppbygt sum eitt modellær system, ið ger, at alt kann byggjast saman. T.d. kunnu vindeygu og hurðar byggjast saman og vindeyguni kunnu setast beinleiðis inn í eina fasadu. Hettar skapar óendaligar sniðgevingsmøguleikar. Tað finnast nógvir ymiskir upplatingarmøguleikar í Arctic Extreme, eisini kunnu veljast duldar rammur, so eingin munur er á, um talan er um eina upplating ella eitt fast felt.

Allir aluminiumsprofilar í Arctic Extreme seriuni, ið Aluplast framleiðir verða pulvurlakeraðir. Hettar slagið av lakering heldur munandi longri í tí føroyska veðurlagnum í mun til vanliga vátlakering, ið ein kennir frá td. bilum. Tað er møguleiki fyri alskins litum á báðum síðum, men eisini ber til at hava ymiskar litir á hvør síni síðu.

Sera góðir bjálvingareginleikar

Arctic Extreme er uppbygt av tveimum aluminiumsskalum við einum serliga stórum seperatorprofili ímillum til at halda kuldanum úti og hitanum inni. Samlaða dýbdin á profilunum er tó bert 77mm. Fyri at økja um bjálvingina og fyri at gera vindeygað serliga tætt, hevur tað tríggjar pakningar og hevur bjálving, ið verður monterað í profilarnar. Herafturat hevur listin, ið heldur glasinum, eisini ein bjálvingarprofil. Aluplast hevur møguleika fyri at framleiða vindeyguni við bæði 2-laga og 3-laga termoglasi.

Frá ráðgeving til ísetan

GRANT er tín føroyski heildarveitari av vindeyga og fasaduloysnum. Vit ráðgeva tær, so tú fært tí røttu loysnina til tín tørv. Vit bjóða okkum eisini at taka tíni gomlu vindeygu úr og seta tey nýggju í. Spyr okkum um kostnað, og ger avtalu um nær tú ynskir arbeiðið gjørt.


SLØG AV VINDEYGUM
Fastur karmur
Síðuhongt
Topphongt
Fleirvent
Sersnið