Vindeyga
Træ Træ/alu Plast Aluminium
Lætt viðlíkahald og sera haldfør

HDYGD plastvindeyga krevur lítla og onga røkt. Tey eru rætta valið hjá tær, sum vil hava vindeygu, sum altíð rigga við næstan ongari røkt. HDYGD plastvindeygu roynast sera væl, tey eru haldbar og krevja bert vask og ein árligan oljudropa at smyrja besløgini við. HDYGD plastvindeygu eru fevnd av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum.

Orkusparandi glas

Øll okkara plastvindeygu hava orkusparandi 3-lag glas við u-virði 0,5.

Møguleikar

Fyri at tú kanst fáa røttu vindeyguni til heimið, verða HDYGD Plast vindeyg framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava. Sama um talan er um toppsving, topphongd, síðuhongd, dry kip ella við føstum karmi og við sprossum ella ei. Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. Hesir ymisku møguleikar kunnu saktans verða settir saman í sama karmi, tá ið fleiri vindeygu verða sett saman.

Sprossar

Um tú velur at hava sprossar, og hvat slag av sprossum tú velur, hevur stóran týdning fyri heildarmyndina av húsunum. HDYGD plastvindeygu fáast bæði við gjøgnumgangandi sprossum og/ella álímaðum sprossum. Teir gjøgnumgangandi sprossarnir eru 64 mm ella 91 mm, meðan teir álímaðu sprossarnir eru 25 mm ella 45 mm. Postarnir eru 90 mm.

Litir

HDYGD plastvindeyguni verða framleidd í hvítum tilfari. Litkotan eitur RAL 9016. Til ber eisini at fáa vindeygu, hurðar og hurðafyllingar í øðrum litum. Tá líma vit eitt sera haldført folie á. Myndin vísir teir litir, har vit kunnu garantera fult lit-samsvar millum vindeygu, hurðakarmar og fyllingar. T.v.s. at um tú ynskir vindeygu og hurðar í sama liti, so eru hesir litir í at velja.

Skalt tú hinvegin ikki hava hurðar og vindeygu í sama liti, so eru enn fleiri litmøguleikar í at velja. Í hesum førum kann roknast við einum hægri kostnaði og longri leveringstíð. Set teg í samband við okkum, so kanna vit møguleikarnar fyri teg.

G.G.: Myndin endurgevur neyvan litirnar neyvt. Tí er skilagott at síggja eitt prentað litkort og finna fram til tí RAL-koduna, sum tú hevur áhuga í.

Standardlitir til plast

Litirnir á myndini eru (týsk heiti):

  • Signalgrau - 7004 05  083 - RAL 7004
  • Achtgrau - 7038 05 167 - RAL 7038
  • Betongrau - 7023 05 167 - RAL 7023
  • Schiefergrau - 7015 05 083 - RAL 7015
  • Antrazitgrau - 7016 05 083 - RAL 7016
  • Schokobraun - 8875 05 167 - RAL 8875 
  • Braun Maron - 8099 05 167 - RAL 8099
  • Weinrot - 3005 05 167 - RAL 3005
  • Moosgrun - 6005 05 167 - RAL 6005
  • Dunkelgrun - 6125 05 167 - RAL 6009
  • Brilliantblau - 5007 05 167 - RAL 5007
  • Stahlblau - 5150 05 167 - RAL 5011

Ómakaleys røkt

H-DYGD plastvindeygu krevja bert ein vátan klút og smyrjing. Fyri at fáa vindeygað at rigga sum best mæla vit til, at øll besløg og allar mekanismur verða smurd tvær ferðir um árið, t.d. á vári og heysti.

Frá ráðgeving til ísetan

GRANT er tín føroyski heildarveitari av vindeyga og fasaduloysnum. Vit ráðgeva tær, so tú fært tí røttu loysnina til tín tørv. Vit bjóða okkum eisini at taka tíni gomlu vindeygu úr og seta tey nýggju í. Spyr okkum um kostnað, og ger avtalu um nær tú ynskir arbeiðið gjørt.

 

 


SLØG AV VINDEYGUM
Toppsving
Fastur karmur
Síðuhongt
Topphongt
Fleirvent
Sersnið