Vindeyga
Træ og træ/alu Plast Aluminium
Trævindeygað er klassikarin

HDYGD trævindeygað er klassikarin, sum við sjarmu, hugna og stíli heldur í nógv ár. Fleiri av okkara trævindeygum frá byrjanini í 1968 eru enn í nýtslu. Hetta borgar fyri góðsku. 

Træ/alu -um tú vilt hava meira
Somu dygdargóðu trævindeygu fáast nú eisini við aluminiumsklæðningi, sokallað træ/alu-vindeygu.
Les meira um tað longur niðri á síðuni.

Nógvir møguleikar

Fyri at tú kanst fáa røttu vindeyguni til heimið, verða HDYGD trævindeygu og træ-aluvindeygu framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava. Sama um talan er um topphongd, toppsving, síðuhongd ella við føstum karmi, og við sprossum ella ei. Við toppsvingi kann vindeyga vendast og útsíðan vaskast innanífrá. Hesir ymisku eginleikarnir kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi. Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. HDYGD trævindeygu og træ/aluvindeygu eru umfatað av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara kundum.

Haldgott timburvindeyga 

HDYGD trævindeygu hava roynst framúr væl í føroyska veðurlagnum. Fleiri av okkara vindeygum, sum enn verða brúkt, eru meiri enn 40 ára gomul. Trævindeygað hevur ein alu-rútalista í neðra at verja ábærasta staðið á vindeyganum, har sum øll vætan frá vindeyga og veggi rennur niðurá. Botnglaslistin eru úr aluminium, og síðu- og toppglaslistin eru úr plasti.

Kjarnuviður og rotviðgerð

Okkara royndir við føroyska veðurlagnum gera at vit, umframt at brúka kjarnuvið, eisini rotviðgera viðin. Hetta leingir so mikið um livitíðina á HDYGD trævindeyganum, at tað livir væl longur enn líknandi innflutt vindeygu. HDYGD trævindeygað hevur 65 til 70 % av kjarnuviði, sum gevur natúrliga rotviðgerð. Timbrið verður eisini lagt í rotviðgerðarløg, so viðurin sýgur løgin í seg. Minst 5 mm rotviðgerð er undir yvirflatu og minst 5 cm í endum. Tað forðar fyri, at rotið byrjar beinanvegin slit kemur á málingina ella vindeygað fær eitt skursl.

Liðugmálað vindeygu

Nógv tíð og stríð er at spara, keypir tú liðugmálað vindeygu. Hjá okkum verður málingin sproytað á, eftir at timbrið er liðugt tilevnað, og áðrenn besløg, listar og glas verða ísett. Tað verður sostatt málað allastaðni, har tað skal málast, og ongastaðni, har tað ikki skal málast. Haraftrat er grundarin ein soppadrepandi løgur, sum leingir livitíðina, vindeygað hevur. 

Litir

Tú kanst velja at fáa vindeyguni ómálað ella málað. Vanligasti liturin er hvítt, og kallast tann litkotan NCS 0502-Y. Til ber annars at fáa tann lit, tú vilt hava – eisini um tú vilt hava ymiskar litir innan og uttan.

Alulistarnir, sum verða settir niðast á vindeygakarminum, og møguligir ventilar eru hvítlakkeraðir á hvítu vindeygunum og gráir, tá ið karmurin hevur annan lit.

Løtt og einføld røkt av timburvindeygum

Hóast HDYGD trævindeygu ikki krevja nógva røkt, er týdningarmikið at røkja tey rætt. Vindeygu, sum verða latin liðugmálað, klára vanliga 3-5 ár har ábart er. Í lívd kann tað ganga nakað longur, áðrenn tørvur er á viðgerð aftur. Øll besløg og mekanismur eiga at verða smurd regluliga og helst eina- til tvær ferðir um árið.

Sprossar til timburvindeygu

Umráðandi er, at vindeyguni hóska til tíni hús og tíni ynskir. Møguleikarnir at laga HDYGD trævindeyguni til tann stíl, tú ynskir, eru óteljandi. Um tú td. ynskir sprossar, so eru fyrst tveir møguleikar at velja í: gjøgnumgangandi sprossar og/ella klipssprossar. Gjøgnumgangandi sprossarnir eru 47 mm, 68 mm, ella 78 mm, meðan klips-sprossarnir fáast í 28 mm. Postarnir fáast í 68 mm og 78 mm.

Haraftrat fáast trævindeygu har sprossar eru ímillum rútarnar, soleiðis at glasflatan uttan og innan er sløtt.

Træ/alu 

Aluklæðningur á trævindeyga

Um tú vilt hava vakrar og hugnaligar trærammur innan, men vilt sleppa undan viðlíkahaldi uttan, er HDYGD træ/aluvindeyga tað rætta til tín. Hetta er í grundini sama vindeyga, sum greitt frá omanfyri. Í mun til HDYGD trævindeyga, sum hevur ein alu-rútalista í neðra at verja mest ábæra staðið á vindeyganum, er allur karmurin á HDYGD træ/aluvindeyganum klæddur við aluminium, fyri at verja viðin móti regni og sólarljósi. Hetta ger, at vindeyguni krevja lítið og onki viðlíkahald, meðan hugnin frá trænum verður varðveittur innan. HDYGD træ/aluvindeygu eru fevnd av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum.

Sprossar til træ/alu

Til HDYGD træ/aluvindeygu fáast sprossarnir sum gjøgnumgangandi 68 mm og 78 mm og sum sprossar millum gløs í 18 mm, 26mm, ella 45mm. Eisini fáast klips-sprossar á 28 mm. at seta uttan og/ella innanfyri rútin.

Litir

Sum standard er HDYGD træ/alu vindeygað hvítt, men kann eisini fáast í fleiri litum, bæði innan og uttan.

Løtt og einføld røkt av træ/alu-vindeygum

Velur tú HDYGD træ/aluvindeygu, sleppur tú undan mestsum øllum viðlíkahaldi uttan. Innan er sum á vanligum trævindeyga. Besløg og mekanismur eiga at verða smurd tvær ferðir árliga. Nógv velja trævindeygu, tí tey eru heit og hugnalig innan. Tey, sum velja sær vindeygu úr aluminium, gera tað oftast, tí tey ikki krevja viðlíkahald uttan. Tað er tann klassiska tvístøðan: Velji eg teg her, so missi eg teg har … Men soleiðis er ikki longur. HDYGD-vindeygu úr límtræi, sum eru klødd við aluminium á útsíðuni, ganga báðum ynskjum á møti samstundis. Tú sleppur undan at mála uttan – men hevur kortini træ innan. Træ innan - Aluminium uttan.

Frá ráðgeving til ísetan

GRANT er tín føroyski heildarveitari av vindeyga og fasaduloysnum. Vit ráðgeva tær, so tú fært tí røttu loysnina til tín tørv. Vit bjóða okkum eisini at taka tíni gomlu vindeygu úr og seta tey nýggju í. Spyr okkum um kostnað, og ger avtalu um nær tú ynskir arbeiðið gjørt.


SLØG AV VINDEYGUM
Toppsving
Fastur karmur
Síðuhongt
Topphongt
Sersnið