Vindeyga
Træ Træ/alu Plast Aluminium
Vøkur vindeygu sum halda

Um tú vilt hava vakrar og hugnaligar trærammur innan, men vilt sleppa undan viðlíkahaldi uttan, er HDYGD træ/aluvindeyga tað rætta til tín.

Talan er um kenda HDYGD trævindeygað, sum hevur fingið viðlíkahaldsfríar aluminiumsprofilar uttan, fyri at verja móti veðri og vindi. Hetta ger, at vindeyguni krevja lítið og onki viðlíkahald, meðan hugnin frá trænum verður varðveittur innan. HDYGD træ/aluvindeyga eru fevnd av 10 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum.

Haldgóð vindeygu

Bygnaðurin í HDYGD træ/aluvindeyganum ger, at bjálvingin og tættleikin er eins góður sum á tí vælkenda HDYGD trævindeyganum. Í mun til HDYGD trævindeyga, sum hevur ein alu-rútalista í neðra at verja mest ábæra staðið á vindeyganum, er allur karmurin á HDYGD træ/aluvindeyganum klæddur við aluminium fyri at verja træið móti regni og sólarljósi.

Sprossar

Til HDYGD træ/aluvindeygu fáast sprossarnir sum gjøgnumgangandi 68 mm og 78 mm og sum sprossar millum gløs í 18 mm, 26mm, ella 45mm.

Litir

Sum standard er HDYGD træ/alu vindeygað hvítt, men kann eisini fáast í fleiri litum, bæði innan og uttan.

Løtt og einføld røkt

Velur tú HDYGD træ/aluvindeygu, sleppur tú undan mestsum øllum viðlíkahaldi uttan. Innan er sum á vanligum trævindeyga. Besløg og mekanismur eiga at verða smurd tvær ferðir árliga. Nógv velja trævindeygu, tí tey eru heit og hugnalig innan. Tey, sum velja sær vindeygu úr aluminium, gera tað oftast, tí tey ikki krevja viðlíkahald uttan. Tað er tann klassiska tvístøðan: Velji eg teg her, so missi eg teg har … Men soleiðis er ikki longur. HDYGD-vindeygu úr límtræi, sum eru klødd við aluminium á útsíðuni, ganga báðum ynskjum á møti samstundis. Tú sleppur undan at mála uttan – men hevur kortini træ innan. Træ innan - Aluminium uttan.

Frá ráðgeving til ísetan

GRANT er tín føroyski heildarveitari av vindeyga og fasaduloysnum. Vit ráðgeva tær, so tú fært tí røttu loysnina til tín tørv. Vit bjóða okkum eisini at taka tíni gomlu vindeygu úr og seta tey nýggju í. Spyr okkum um kostnað, og ger avtalu um nær tú ynskir arbeiðið gjørt.


SLØG AV VINDEYGUM
Toppsving
Fastur karmur
Síðuhongt
Topphongt
Sersnið