Inngongd hjá Bank Nordik, Oknarvegur 5, TórshavnBest umtókt:
- Skjótihurðar
- Kringhurðar (karrusel)
- Hurðapumpur
- Vindeygamotorar
GRANT er størsti veitari av automatiskum hurðum í Føroyum, og hava vit serútbúgvið fólk við fleiri ára royndum. Higartil hava vit selt og sett meira enn 150 automatiskar hurðar upp í Føroyum. Okkara samstarvsfelagi, TORMAX, er størsti framleiðari og veitari av automatiskum hurðum í Danmark.
Vit veita hurðar til øll økir og til øll endamál. Nevnast kann sjúkrahús, bankar, apotek, matvøruhandlar, bensinstøðir, handilsmiðstøðir og skip. Vit hava eitt stórt úrval av ymsum hurðaskipanum, sum t.d. skjótihurðaskipanir, veingjahurðaskipanir, kringhurðaskipanir og harmonikuhurðaskipanir. Vit hjálpa við at finna røttu loysnina til júst tín tørv.
Vit veita ráðgeving, montering og viðlíkahald av automatiskum hurðum, umframt eina døgnvaktarskipan um okkurt óvæntað skuldi hent.
Tú kanst leita tær íblástur á síðuni hjá Tormax, Danmark.
Tú ert eisini vælkomin at ringja ella skriva beinleiðis til okkara tænastutøkning Leivur Dalsgarð á tel: +298 290 015 ella á teldupost: verk@grant.fo
Automatikkhurðar, lýsing
Alskyns loysnir og viðlíkahald
Sjálvvirkandi hurðar, merkið TORMAX.
Ease Template Warning: template variable "images_section_three" not found in "this.elements.images_section_three"
