Hurðar
Træ Plast Skjótihurð Aluminium Automatikk
Plast hurðar

Vit framleiða bæði úthurðar og altanhurðar úr plasti. Einasti munurin á altanhurð og úthurð er læsingin og handtøkini. Tí hevur tú allar somu valmøguleikar, óansæð um tú leitar eftir úthurð ella altanhurð.

Lætt viðlíkahald og sera haldfør

Hdygd plasthurðar frá GRANT krevja lítla og onga røkt. Plasthurðar roynast sera væl í Føroyum, eru haldbarar og krevja bert at tú hendinga ferð smyr hongslini. Plast hurðarnar eru fevndar av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum.

Snið og lit eftir tínum ynski

Fyri at tú kanst fáa tí røttu hurðina, verða H-Dygd plasthurðar framleiddar í júst tí máti, sniði og liti, sum tú vilt hava. Vit gera hurðar við ella uttan rúti, og við ella uttan síðustykkjum. Lat okkum hoyra tíni hugskot. Tú kanst t.d. senda okkum eina mynd av eini hurð, sum tú hevur sæð onkrastaðni, so gera vit tær eina tekning og eitt tilboð.

Sprossar

Um tú velur at hava sprossar, og hvat slag av sprossum tú velur, hevur stóran týdning fyri heildarmyndina av húsunum. Hdygd plasthurðar fáast bæði við gjøgnumgangandi sprossum og/ella álímaðum sprossum. Teir gjøgnumgangandi sprossarnir eru 64 mm ella 91 mm, meðan teir álímaðu sprossarnir eru 25 mm ella 45 mm. Postarnir eru 90 mm.

Litir

HDYGD plasthurðar verða framleidd í hvítum tilfari. Litkotan eitur RAL 9016. Til ber eisini at fáa vindeygu, hurðar og hurðafyllingar í øðrum litum. Tá líma vit eitt sera haldført folie á. Alsamt fleiri kundar keyp plasthurðar við ymiskum litum. Spyr okkum um møguleikarnar, um hetta hevur tín áhuga.

Vanlig karmgátt ella lág gátt

Lág gátt, sæð í endan

Høg gátt, sæð í endanPlasthurðarnar fáast við vanligari karmgátt ella lágari gátt. Vit selja mest av hurðum við vanligari karmgátt. Serliga er tað tættleikin ímóti vindi og regni, sum er fyrimunurin við vanligu karmgáttini.

Tað føroyska veðurlagið kann vera ein avbjóðing um hurðin hevur lága gátt. Hetta er serliga um hurðin stendur ábært í mun til vind og regn. Men stendur hurðin í lívd ella í húsum har t.d. koyristólar vanliga koma um dyrnar, so kann ein lág gátt vera eitt gott val.

Hæddin á vanligari karmgátt er 7,5 cm og á lágari gátt 2 cm.

Glas

Glas til hurðar, wc-vindeygu o.a.

Ynskir tú glas í hurðina ella í síðupartí, eru fleiri møguleikar. Myndin vísir tað mest vanliga.

Hevur tú onnur ynskir, so ráðgeva vit sjálvandi, soleiðis at tú fært tað rætta til tín tørv.

Tú kanst lesa meira um glas her.

 

 

 

 

 

Ómakaleys røkt

Hdygd plasthurðar krevja bert ein vátan klút og smyrjing. Fyri at fáa hurðina at rigga sum best mæla vit til, at hongslini verða smurd tvær ferðir um árið, t.d. á vári og heysti.

Frá ráðgeving til ísetan

GRANT er tín føroyski heildarveitari av vindeyga og fasaduloysnum. Vit ráðgeva tær, so tú fært tí røttu loysnina til tín tørv. Vit bjóða okkum eisini at taka tíni gomlu vindeygu og hurðar úr og seta tey nýggju í. Spyr okkum um kostnað, og ger avtalu um nær tú ynskir arbeiðið gjørt.

Dømir

Niðanfyri her síggjast nakrar myndir av hurðum, sum vit hava framleitt til væl nøgdar kundar. Tú ert vælkomin við tínum hugskotum og fyrispurningi um snið. Vit framleiða hurðar eftir forskrift frá fyritøkuni GRAD-EXPORT. Tískil hava vit júst sama úrval at plasthurðum (PVC-hurðum), sum tú sært á teirra heimasíðu. Legg tó merki til, at vit seta onnur handtøk í enn tey, sum tú sært á myndunum. Okkara hurðar hava handtøk, sum eru vanlig í Føroyum. Sí møguleikarnar á teirra heimasíðu her: https://grad-export.hr/en/decorative-pvc-doorpanels  


Tilvísingar

SLØG AV Hurðum
Úthurð
Altanhurð
Dragihurð