Eykalutir

Vindeygu og hurðar frá GRANT eru slitsterk, haldgóð og hava langa livitíð. Tá ið vindeyguni halda so leingi, er sjálvandi gott, at nýggir eykalutir eru tøkir, so tað ikki verður neyðugt at skifta eitt annars gott vindeyga út.
Tí hava vit flestu eykalutir á goymslu heilt aftur til tey vindeyguni, sum vórðu framleidd í 1970unum.
Tað gera vit fyri at tryggja tær, at tíni GRANT vindeygu og hurðar halda so leingi sum gjørligt.
Hevur tú brúk fyri eykalutum, so ert tú vælkomin at ringja, skriva ella vitja okkum. Best er, um tú veitst nøkunlunda hvat ár vindeyga ella hurðin er framleidd. Eisini kanst tú vísa okkum eina mynd av vindeyganum ella hurðini og av lutinum, sum tú ynskir at skifta út.