Fasadur

Fasadur

GRANT framleiðir í dag bæði vindeygu, hurðar og heilar húsafasadur úr aluminium. Hetta er sterkt, lætt, snøgt og viðlíkahaldsfrítt tilfar, og verður alt meira nýtt til bæði privathús, skrivstovu- og virkisbygningar.

GRANT ger í dag flest allar modernaðar húsafasadur á virkisbygningum í Føroyum, og tey, sum velja okkara tilfar til síni privathús, gerast eisini støðugt fleiri.

GRANT hevur serkøn fakfólk

Tað er ikki bara sjálvt tilfarið, sum er sterkt og álítandi. Grant hevur eisini serkøn fólk til monteringina. Tú skalt bara velja tilfar, lit og siga hvussu útsjóndin skal vera. Vit framleiða, koyra út og seta upp. Og so hevur tú ikki meira stríð av tí. Vindeygu, hurðar og húsaveggir frá okkum krevja minimalt viðlíkahald – og tilfarið heldur fyri lívið.

Vendið tykkum til skrivstovu okkara við ynskjum og spurningum, so finna vit tað røttu loysnina til tín.

Høvuðssæti hjá Framherja - eitt dømi

Glasfasadur og inniveggir úr glasi er ein stórur partur av okkara virksemi. Vit hava gjørt nógvar stórar uppgávur av hesum slagi. Nevnast kunnu m.a. nýggi virkisbygningurin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, Bank Nordik í Havn, Tórsvøllur í Gundadali í Havn og Ítróttarhúsið hjá Fuglafjarðar kommunu.

Tað seinasta avrikið í 2020 var stásiliga høvuðssæti hjá Framherja á bryggjuni í Fuglafirði. GRANT hevur neyvteknað, framleitt og sett upp alt glas og allar aluminium-konstruktiónir í snotiliga bygninginum. Haraftrat hava vit sett eina hátøkniliga sjálvvirkandi hurð í durðin. Byggiharri er Framherji. Arkitektur er Henning Larsen NA. Høvuðsarbeiðstakari er Búsetur.

Niðanfyri er ein faldari við myndum av okkara íkasti til høvuðssæti hjá Framherja.

Framherji, nýtt høvuðssæti, nov 2020