Feilfráboðan
Fráboðan
Boða frá feili ella mangli

Fyri at tryggja at tú fært skjóta og rætta hjálp, vilja vit vinarliga heita á teg, um at fylla niðanfyri standandi teigar út. Jú fleiri og neyvari upplýsingar tú kanst geva, jú betur fáa vit hjálpt tær. Tú hevur eisini møguleika at viðhefta myndir, sum kunnu vísa, hvør trupulleikin er.

Garanti ella ikki

Er trupulleikin fevndur av okkara garanti, umvæla vit sjálvandi uttan kostnað. Og hóast feilurin er uttanfyri garanti, so bjóða vit okkum kortini at loysa trupulleikan fyri teg, men gera tá arbeiðið fyri vanliga tímaløn. Um tú vilt, kunnu vit gera eina kostnaðarmeting áðrenn vit koma út. So hevur tú møguleika at taka av ella at finna aðra loysn.

Óneyðug boðsending

Tað kemur fyri, at vit verða boðsendir at umvæla eitt garanti-arbeiði, sum kortini vísir seg ikki at vera okkara ábyrgd. Tá taka vit kr 250 fyri at hava verið úti, og mett um og staðfest ábyrgdina.

Sí okkara reglur og leiðbeiningar um garanti her: Góðskutrygd.

Er ísetan trupulleikin?

Um so er, at tað er ein feilur í sambandi við ísetanina, t.d. at tað lekur millum vindeyga og karmin, er týdningarmikið at kanna, hvør hevur sett vindeyguni ella hurðina í. Hevur GRANT sett í, kanst tú rokna við at garantiið loftar trupulleikanum, men hevur onkur annar t.d. tú sjálvur ella annar timburmaður sett í, so eigur tú at venda tær til viðkomandi. 

Trupulleikar av sjálvvirkandi hurðum?

Hevur tú teknað eina avtalu um viðlíkahald og døgntænastu í sambandi við sjálvvirkandi hurðar ella um annað átrokandi er, so ert tú eisini vælkomin at ringja ella skriva beinleiðis til okkara tænastutøkning Leivur Dalsgarð á tel: +298 290 015 ella á teldupost: verk@grant.fo,

Vegleiðing til teigarnar

Vinarliga lat okkum so nógvar og neyvar upplýsingar sum gjørligt. Tað kemur sera væl við, um tú kanst senda mynd av feilinum ella trupulleikanum. Er onkur spurningur, sum tú ikki veitst at svara, vel so møguleikan ´veit ikki´.
Teigarnir, sum eru merktir við eini stjørnu (*) skulu vera fyltir út, fyri at fráboðanin kann fara ígjøgnum skipanina.
Legg merki til, at niðast er ein lítil kassi við enskum teksti ´I am not at robot´. Hetta er ein trygdarskipan, og tú skalt bert seta eitt flugubein/merki í. 

Við hesi skipan koma tín boð beinleiðis til okkara fólk, sum avgreiða hesi viðurskifti kring landið. 
Takk fyri tína hjálp.

SEND FRÁBOÐAN

Sí ordraváttan ella finn eina dagfesting í rúta-rammuni.