Góðskutrygd

GRANT hevur yvir 50 ár á baki í Føroyum, og er kent fyri sínar dygdargóðu vørur og tænastur. Vit kýta okkum hvønn einasta dag, fyri at framleiða eina álítandi vøru og at veita eina ábyrgdarfulla tænastu. Hetta er orsøkin til, at vit hava so nógvar nøgdar kundar kring alt landið. 

12 ára- og 15 ára garanti!

Vit hava stórt álit á okkara vørum og tænastum. Tískil fært tú eitt longri garanti frá okkum, enn tú kanst vænta aðrastaðni. Her á síðuni sært tú okkara garantiskjøl og frágreiðingar um garanti. 

Her leggja vit eisini teknisk dátabløð og annað tilfar, sum serliga er viðkomandi fyri byggiharrar, arbeiðstakarar og byggivinnuna sum heild.

Skalt tú boða frá feili ella mangli?

Eru trupulleikar við vørum ella tænastu frá okkum, so ert tú sjálvsagt vælkomin at venda tær til okkara.
Trýst her: Fráboðan. Les annars okkara vanligu treytir um garanti í skjalinum niðanfyri her.

Skjalasavn