Snotiligar skjótihurðar í eini útistovu
Okkara væl umtókta Lyft & Flyt skjótihurð er ein snotilig og smidlig flata millum inni og úti. Tú fært besta útsýnið, lívgandi dagsljós og fríska luft inn, tá tú hevur hug til tað. Samstundis er hurðin ein sera sterk og trygg verja móti harðføra føroyska veðrinum, har kuldi, vindur, regn og kavi bjóða av.
Vit kunnu framleiða hurðina júst til tín tørv í nógvum ymiskum støddum, bæði í breidd og hædd. Tilfarið er hvítt og snøgt. Men tú fært eisini hurðina í nógvum øðrum litum, um tú ynskir tað. Tá líma vit eitt sera haldført folie á, sum heldur líka leingi sum hurðin. So tað er bara at lata hugflogið sveima.
Løtt at handfara
Skjótihurðin letur upp fyri náttúruni og útsýninum.
Fá besta útsýni og lova náttúruni inn við eini skjótihurð frá GRANT
Hurðin í sjónbandinum er 3,75 metrar breið og 1,95 metrar høg. Hurðin er sera løtt at lata upp og flyta til síðis. Hon koyrir lættliga og ljóðleyst á nylonkúlum, sum eru í einum skinnara. Hon kann eisini setast fast opin, júst har tú hevur hug.
Føroyskt handverk úr týskum tilfari
Tvørskurður av byggitilfarinum
VEKA-skipanin, sum vit framleiða skjótihurðarnar við, er týsk og livir upp til væl kenda og góða umdømið um týskt nærlagni og góðsku. Haraftrat er hon nærum viðlíkahaldsfrí. Einasta, sum vit viðmæla at smyrja av og á, er lásahúsin.
Bjálvingarevni í bæði glasi og konstruktión eru í topp. Bjálving er í profilunum og glasið er orkusparandi glas í trimum løgum. Hetta ger at tú róliga kanst velja hesa loysnina, og samstundis halda olju- og elrokningina á lægsta støði.
Hóskar til nógv endamál
Lyft & Flyt skjótihurðar frá GRANT hóska til allar bygningar og øll byggisnið. Tað verði seg til sethús, summarhús, neystaíbúð, bátahús, skip, vinnubygningar o.a. Hevur tú hugflog og dreymar, so kunnu vit ráðgeva og framleiða samsvarandi tínum vilja.
Eins og við øðrum vørum frá GRANT, so veita vit 12 ára garanti uppá skjótihurðar.
Skjótihurð í stuttleikabáti
Skjótihurð í neysti í Hvalba
Skjótihurð í neysti í Klaksvík
Her eru 2 sjónbond, sum vísa hvussu skjótihurðin kann vera samansett og virkar:
Faldari á enskum kann takast niður her á síðuni.
Eisini hava vit ein stórri faldara á týskum við øllum tekniskum upplýsingum. Hetta er mest viðkomandi fyri okkara vinnuligu samstarvsfelagar. Henda faldara senda vit fegin út eftir umbøn.
