Seinasta

Páskaheilsan frá GRANT

12 - 04 - 2020

GRANT ynskir øllum okkara viðskiftafólki, samstarvsfeløgum og sambondum annars einar gleðiligar páskir. 

Somuleiðis ynskja vit at takka okkara yvir 50 dugnaligu og trúføstu starvsfólkum, fyri tann eyka og ábyrgdarfulla innsatsin hvørt einasta starvsfólk hevur gjørt hesar seinastu vikurnar, nú koronavirus hevur hótt okkara samfelag og okkara virksemi. Tykkara ábyrgdarfulli hugburður og atburður hevur gjørt, at vit hava kunnað framleitt nærmast somu nøgdir sum vanligt, og veitt eina tænastu á høgum støði. Takk fyri at tit hava tikið væl undir við teimum serligu fyriskipanum, sum hava verið galdandi í seinastuni. 

Vit vóna at tit og tykkara familjur framhaldandi vera frísk, og koma væl ígjøgnum hesa serligu tíð. 

Gleðiligar páskir øll somul.