Seinasta

GRANT spælir við landsliðinum

20 - 05 - 2020

Arbeiðið upp á nýggju langsíðuna á Tórsvølli hevur gingið væl, og seinnapartin mikudagin tann 20. mai varð skipað fyri reisigildi. Eftir ætlan verður alt liðugt um eitt lítið ár. 

GRANT fast pláss á liðinum

Á tí fyrra bygninginum, har m.a. matstovan nr 12 heldur til, gjørdi aludeildin hjá GRANT, sum tá æt Aluplast, snotiligu og litføgru glasfasadurnar, umframt sjálvvirkandi hurðar. Hesuferð hava vit aftur fingið landsliðsboð frá J&K Petersen, og fara enn einaferð at gera glas/alu-fasadur og sjálvvirkandi hurðar, sum hóska til ein leikvøll, har okkara nógvu landslið skulu dystast og vinna Føroyum sigrar og heiðrar. 

Vit eru longu farin í gongd, og gleða okkum til hesa spennandi og avbjóðandi uppgávu.

Gingið væl higartil

– Sum heild hevur arbeiðið at gera nýggju langsíðuna á Tórvølli gingið væl. Veðrið argaði eitt sindur í vetur og so hevur koronatíðin eisini verið avbjóðandi. Men arbeiðsfólkið hevur verið gott, og ætlandi verður alt liðugt um eitt ár, sigur Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya við heimasíðuna hjá FSF.

Fyri trimum árum síðani varð avgerð tikin um at taka gamla FSF-húsið niður, og síðani byggja nýtt. Tað er J&K Petersen, saman við MAP Arkitektar, ið stendur fyri arbeiðinum, og í løtuni sær út til, at tíðarætlanin fer at halda.

Seinastu vikurnar eru stóru stálkonstruktiónirnar settar upp, og hetta arbeiðið er nú komið so mikið ávegis, at seinnapartin mikudagin 20. mai varð skipað fyri reisigildi. Umboð fyri Tórshavnar kommunu og Fótbóltssamband Føroya førdu fram røðu, umframt at byggileiðarin kunnaði um verkætlanina.

Tá Tórsvøllur stendur liðugur verður pláss fyri umleið 5.000 áskoðarum. Fyrsta stóra tiltakið á einum fullfíggjaðum Tórsvølli, verður EM-endaspælið fyri Gentur U17, sum verður í Føroyum í apríl-mai komandi ár.