Seinasta

GRANT veitir sjálvvirknisútgerð til H-Bygningin

14 - 05 - 2021

Arbeiði at uppseta sjálvvirknisútgerð og brunahurðar í H-Bygninginum er byrjað. GRANT veitir útgerð og uppsetan sum undirveitari hjá Húsavarðartænstuni.

Arbeiði umfatar veitan og uppsetan av hurðaopnarum og stýringum til hesar hurðarnar. Hartil veitir GRANT fleiri hurðar har samlaða loysn við brunahurðum og sjálvvirkni, hurðar og skipan, er brunagóðkend. Til motorarnar verða vanliga veittir alboga-opnarar, sum vit kenna frá Landssjúkrahúsinum, men, nú Corona-farsóttin herjar, er uppá tal at nýta nándopnara (touchless-contact).

Tað er tænastudeildin hjá GRANT, sum Leivur Dalsgarð er leiðari fyri, sum ger arbeiði, og Leivur hevur sjálvur, saman við Poul Gudmundsson, staðið fyri tilgongdini umframt veitt byggiharra og arbeiðstøkutakara ráðgeving.

Tænastudeilin ger hópin av tílíkum uppgávum, har sjálvvirknið ynskist. Tað kann vera vanligar hurðar, skjótihurðar, ringreiðshurðar (karrusellhurðar), brunaop og vindeygu. Tað er í stóran mun í samstarvi við Alu-deildina hjá GRANT á Rituvíkshálsi, sum veitir hurðarnar, at arbeiðið verður gjørt.