Seinasta

Eilif útlærdur

01 - 06 - 2021

Í morgun var hátíðarhald fyri Eilif Slættalíð, sum varð liðugt útlærdur skrivstovumaður í gjár, sama dag sum hann vardi høvuðsuppgávu sína. Á hátíðarløtu í Vatnsoyrum fekk hann handað blómur og gávukort frá lærumeistaranum, bólkaleiðaranum á søludeildini, Heidi Selfoss.

Sum lærlingur á skrivstovuni seinastu 2 árini, hevur Eilif havt ymsar uppgávur, serliga við sølu og ráðgeving, men eisini innkeypi og samskipan við framleiðsluna, umframt nakað av bókhaldi og øðrum skrivstovuuppgávum.

Eilif heldur fram á skrivstovuni hjá GRANT við serligari ábyrgd fyri innkeypi og ordraviðgerð, og samskipan við framleiðsluna.

Vit ynskja Eilif hjartaliga tillukku við loknum lesnaði og gleða okkum til framhaldandi at arbeiða saman við honum!