Seinasta

Tilsetningar, vindeygabenkur og annað

04 - 06 - 2021

Á verksmkiðjuni í Vatnsoyrum evna vit tilsetningar, vindeygabenkur og geriktir og annað til, bæði til egin arbeiði, men eisini uppá bílegging. Bíleggjast kann á telefon ella e-posti.

Tað er á serskyldum verkstaði inni á verksmiðjuni í Vatnsoyrum, at tilfar verður evnað til. Størsti parturin er til egnu montørar okkara, men fitt av tilfari verður eisini latið beinleiðis til kundar okkara. Talan er um límtræ, plátutilfar og plast, til vindeygabenkur, tilsetningar og geriktir o.a.

Bíleggjast kann á telefon 355000 ella e-posti, grant@grant.fo, og so verður nærri avtala um avheintan ella levering.