Seinasta

Grant søkir 4 lærlingar

22 - 06 - 2021

Søkt verður eftir timburlærlingum at byrja skjótast gjørligt

Gott og mennandi umhvørvi

Hjá GRANT gerst tú partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi við fjølbroyttum uppgávum, har tú sum frá líður fært størri og størri ábyrgd. Harumframt kunnu vit bjóða tær eitt spennandi og til tíðir eisini krevjandi lærupláss. Arbeiðsstaður er bæði inni á okkara framleiðslum og úti á arbeiðsplássum kring landið.

Fakligt innihald

Hjá GRANT fært tú eina breiða timburlærlingaútbúgving, sum fevnir um træ- og aluframleiðslu av vindeygum og hurðum, umframt montering/ísetan av vindeygum, hurðum og stórum fasadum.

Lærutíðin er 4 ár, harav 55 vikur eru á Tekniska skúla í Føroyum. Tó styttist læru- og skúlatíðin, um tú frammanundan hevur tikið tekniskt yrkisnám (SIT).

Vit vóna at tú ert

  • Ágrýtin og hevur hug at taka eitt eyka tak, tá nógv er at gera.
  • Álítandi, nærlagdur og íðin at læra.
  • Fyrikomandi og hevur lætt við at samstarva

Vit gleða okkum at frætta frá tær

Meira fæst at vita um læruplássið við at seta seg í samband við Jarnhold Nattestad, stjóra, á á tlf 290291. Freistin at søkja er 15. juli 2021. 
Umsókn við avritum av prógvum og CV skal sendast til starv@grant.fo 

Um Grant

P/F GRANT framleiðir vindeygu, hurðar og fasadur v.m. úr PVC, træ, træ/alu og aluminium. Umframt framleiðslu, so hava vit montørtoymir at seta bæði vindeygu, hurðar og fasadur upp. P/F GRANT er einasti føroyski framleiðarin av aluminiumfasadum, hurðum og vindeygum úr PVC, træ og aluminium. Vit eru eitt føroyskt virki við yvir 50 ára søgu. Í felagnum  starvast í løtuni meir enn 50 fólk.