Seinasta

SNIKKARI TIL GRANT Í VATNSOYRUM

12 - 08 - 2021

ERT TÚ ERRIN AV TÍNUM HANDVERKI?

Ert tú snikkari, og dámar tær at gera eitt gott handverk, so ert tú kanska tann, vit leita eftir.
Stóri eftirspurningurin eftir okkara timburvindeygum og altanhurðum ger, at vit hava brúk fyri einum snikkara aftrat til
okkara dugnaliga toymi í Vatnsoyrum.

GOTT OG MENNANDI UMHVØRVI

Hjá GRANT gerst tú partur av einum royndum starvsfólkahópi. Vit hava okkara
timburframleiðslu í Vatnsoyrum, har dugnalig starvsfólk dagliga framleiða vindeygu
og hurðar til kundar kring alt landið.

VIT GLEÐA OKKUM AT FRÆTTA FRÁ TÆR

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Jarnhold Nattestad, stjóra, á tlf 290001.

Umsókn við avritum av prógvum og lívsrensli skal sendast til starv@grant.fo