Seinasta

GRANT SØKIR EFTIR FÓLKI VIÐ GÓÐUM HANDALAGI

11 - 04 - 2022

Hjá grant er nógv at gera. Tí sóknast vit eftir nýggjum starvsfeløgum.

Vit søkja eftir handverkarum ella øðrum, sum hava gott handalag og hava hug at arbeiða.

Hjá GRANT gerst tú partur av einum fakliga dugnaligum toymi, sum loysir fjølbroyttar uppgávur.

Vit arbeiða um alt landið í einum góðum og mennandi umhvørvi

Vit hava framleiðslur við timbri í Vatnsoyrum og plast og alu í Miðvági.

Haraftrat hava vit toymir, sum seta alufasadur, inniglas og automatikk upp kring landið. Starvsfólk, sum gera umvælingar og ábøtur, eru eisini á ferð kring landið.

Vit gleða okkum at frætta frá tær

Ynskir tú at vita meira um virkið ella størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jarnhold Nattestad, stjóra á tlf 290291. Umsóknir við lívsrensli og prógvum kunnu sendast til starv@grant.fo í seinasta lagi 29. apríl.