
LÆRLINGAR TIL P/F GRANT
Søkt verður eftir bygningssnikkaralærlingum at byrja skjótast gjørligt
Gott og mennandi umhvørvi
Hjá GRANT gerst tú partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi við fjølbroyttum uppgávum, har tú sum frá líður fært størri og størri ábyrgd. Harumframt kunnu vit bjóða tær eitt spennandi og til tíðir eisini krevjandi lærupláss. Arbeiðsstaður er á okkara framleiðslum í Miðvági og Vatnsoyrum.
Fakligt innihald
Hjá GRANT fært tú eina breiða bygningssnikkaraútbúgving, sum fevnir um træ-, plast og aluframleiðslu av vindeygum og hurðum.
Í framleiðslu okkara fært tú eisini høvið at arbeiða við framkomnari teldustýrdari útgerð.
Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðar, harav 55 vikur eru á tekniskum skúla í Danmark.
Vit vóna at tú ert
- Ágrýtin og hevur hug at taka eitt eyka tak, tá nógv er at gera.
- Álítandi, nærlagdur og íðin at læra.
- Fyrikomandi og hevur lætt við at samstarva.
Vit gleða okkum at frætta frá tær
Meira fæst at vita um læruplássið við at seta seg í samband við Jarnhold Nattestad, stjóra, á á tlf 290291. Freistin at søkja er 15. juli 2021.
Umsókn við avritum av prógvum og CV skal sendast til starv@grant.fo
Um GRANT
P/F GRANT framleiðir vindeygu, hurðar og fasadur v.m. úr PVC, træ, træ/alu og aluminium.
Umframt framleiðslu, so hava vit montørtoymir at seta bæði vindeygu, hurðar og fasadur upp.
P/F GRANT er einasti føroyski framleiðarin av aluminiumfasadum, hurðum og vindeygum úr PVC, træ og aluminium.
Vit eru eitt føroyskt virki við yvir 50 ára søgu.Í felagnum starvast í løtuni út við 40 fólk.

