Stuðul
Umsókn um stuðul
Hvørt ár setir GRANT pening av til stuðul til endamál, sum hava týðning fyri føroyskan siðaarv, mentan og ítrótt. Vit royna at spjaða stuðulin, so hann kemur til góða breitt um landið og til ymisk endamál. Tó er okkum greitt, at vit ikki fáa verið við í øllum, og biðja halda okkum til góðar, tá vit velja annað framum. Samstundis eru øll vælkomin at kontakta okkum eina aðru ferð.
Umsóknir verða viðgjørdar hvørja viku.