Tilvísngar

Træ/alu sum heldur - leingi

J&K Petersen, á Hjalla

Á vinnuøkinum á Hjalla liggur virkisbygningurin hjá J&K Petersen, sum tey tóku í brúk á Ólavsøku ár 2000. Bygningurin er eyðkendur við sínum skínandi ljósu bláu vindeygum. Hjá GRANT eru vit glað fyri at síggja henda bygningin og vindeyguni. Hetta eru nøkur av teimum allar fyrstu vindeygunum, sum vit framleiddu av træ/alu slagnum. Og tey halda enn í dag!

Hóast harðførar umstøður við dusti av sandi og betong, umframt sjóroki av eystanættini, so halda vindeyguni. Liturin heldur, tættleikin heldur og liðiligu lutirnir halda enn. Hjá J&K Petersen hava tey sjálvsagt viðlíkahildið eftir tørvi, t.d. smurt liðiligar lutir. Men ikki hevur verið neyðugt at mála, hvørki innan ella uttan.

Myndirnar eru tiknar í mai 2020 og tala fyri seg.