Tilvísngar

Skulu standa sína roynd

Lítla Dímun fingið nýggj vindeygu og hurð

Eigararnir í Lítlu Dímun hava hesa seinastu tíðina arbeitt við at umvæla húsið, sum teir bygdu í 1994 á norðsíðuni á oynni. Húsið er umleið 12 m2 til støddar, og sum myndirnar vísa, var húsið ikki í góðum standi áðrenn umvælingina. Á myndini omanfyri er Poul Poulsen, sum er ein av eigarunum og starvast dagliga hjá GRANT. Nú hava teir umvælt og sett nýggj vindeygu og hurð í. Tað er neyvan nakrastaðni í landinum at veðurumstøðurnar eru meira ágangandi á hús, vindeygu og hurðar enn júst á einum slíkum einsamallum veðurbardum kletti í sjórokinum her norðuri í Atlantshavinum. Tískil hava teir tikið tí skilagóðu avgerð, at velja tey haldførastu og sterkastu vindeygu og hurð frá GRANT. Hetta fegnast vit um, og ynskja teimum bestu eydnu við húsinum, og annars sum heild við røktini av Lítlu Dímun.

Áðrenn 1994 var bert møguleiki at liggja nátt í einum helli á suðursíðuni. Hetta helli hava føroyingar ivaleyst hoyrt um. Í sambandi við tiltøk kring landið, hevur av og á verið møguleiki at sæð eitt eftirgjørt helli meinlíkt tí í Lítlu Dímun. Tað er uttan iva stórt framstig, at kunna gista í einum húsi, í mun til í einum helli – og serliga tá illveður er.

Hugtakandi søga um Lítlu Dímun

Søgan um Lítlu Dímun er ein hugtakandi søga, sum GRANT nú er blivin lítil partur av. Tað var tann 24. august í 1850 at hvalbingar keyptu oynna á almennum uppboði í harðari kapping við Mortensen, einahandilin á Tvøroyri. Tað sigst, at allur peningurin í bygdini var brúktur til keypið. Oyggin er 1,5 merkur til víddar, og berur 230 áseyðir. Fjallgonga er tríggjar ferð árliga, vár, summar og um heysti. Í dag eru 44 eigarar, sum seta stóran heiður í at røkja oynna væl. Hesi seinnu árini hava teir eisini skipað fyri túrum við ferðafólki út í oynna, m.a. fyri at skaffa pening til viðlíkahald og ábøtur. Vónandi og væntandi halda bæði vindeygu og hurðin frá GRANT leingi. Skuldi okkurt kortini verið at hjálpt uppá, so eru vit her – eins og vit hava verið í yvir 50 ár.