Um okkum

Vitja okkum í Vatnsoyrum

Síðan stovnanina í 1968 hava vit hildi til í Vatnsoyrum, har skrivstova og framsýningarhøli okkara er enn. Opið er gerandisdagar frá kl. 9:00 til 16:00.

Telefonavgreiðslan er mánadag til hósdag 9.00 til 15:00 og fríggjadag 10:00 til 14:00

Í Miðvági framleiða vit úr plasti og í Vatnsoyrum úr timbri. 

Onnur umboð kring landið

  • Bygma Balslev í Hoyvík
  • Bygma Suðuroy í Vági
  • XL Borg í Runavík, Klaksvík og Tórshavn
  • Richard B. Thomsen á Tvøroyri
  • Sandavágs Timburhandil
  • Handilsvirkið Niclasen í Sørvági

H-DYGD og Aluplast blivu til GRANT

Í meir enn eina hálva øld eru vindeygu gjørd í Vágum og seld um alt Føroyar. Bæði í Miðvági og á Vatnsoyrum hava vit framleitt og ment dygdargóð vindeygu og hurðar til tað føroyska veðurlagið. Í dag kenna øll tað føroyska vindeyga, sum skarar framúr. Vindeyga frá H-dygd.

Somuleiðis í nærum 50 ár hevur Aluplast framleitt vindeygu og hurðar úr plasti, og stórar húsafasadur úr aluminiumi og glasi. Vit hava verið tann føroyski veitarin, bæði til sethús og til stórri byggiverkætlanir. 

Frá 2019 hava vit sett okkum nýggj felags mál. Vit hava lagt drúgvu royndirnar og hollu vitanina úr báðum feløgunum saman. Við dugnaligum  og royndum fakfólki hava vit nú fortreytir at ráðgeva, og at loysa smærri og størri uppgávur, bæði til sethús og stórri byggiverkætlanir. Vit byggja varðar, sum standa í øllum veðri.

Nú eita vit Grant, sum merkir klárt, neyvt og týðiligt. Vit ynskja, at tað skal vera klárt og týðiligt at okkara vøra og tænasta er á hægsta støði. Tú fært dygdargott handverk frá GRANT.

 

Bankaupplýsingar

Kontur:

Betri Banki: 9181-280.332.3

Bank Nordik: 6460-220.899.9

Norðoya Sparikassi: 9865-102.808.6

Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.258.5

Bókhaldið hevur henda teldupostbústað: bokhald@grant.fo

 

Virkisupplýsingar

V-tal: 370.827

P/F Skrás.nr 883