Tilboð
Útistova/vakstrarhús á VelbastaðÚtistova, havastova ella vakstrarhús
Nógv eru heitini og nógvir eru møguleikarnir. Vilt tú vera nærri at náttúruni bæði á vetri og sumri, so er hetta ein góð loysn til tín. Vit framleiða hesar snøggu og sera sterku havastovurnar úr aluminiumi og glasi. Tað kann vera eitt egið hús ella bygt uppí verandi hús. Sig okkum tín dreym, so gera vit hann til veruleika.
Vit framleiða hesi húsini eftir máti og júst til tín tørv.
Her eru tvey prísdømi
Hús á 4 x 3 m 185.000,- 148.000,- (u. mvg)
Hús á 3 x 3 m 162.000,- 130.000,- (u. mvg)
Dømini eru eini hús við fýra síðum og eini hurð. Takið hevur eitt takvindeyga. Hædd á veggi er 2,20 m, og hægsta punkt á taki er 2,60 m.
Um húsið skal verða bygt uppí onnur hús, er bert talan um tríggjar veggir og eitt slætt skráandi tak.
Tá er kostnaðurin kr. 15.000,- lægri.
Uppsetan og flutningur er ikki við í prísdøminum.
Til ber at keypa eyka hurðar, takvindeygu ella at tillaga støddina á húsinum. Hurðin í prísdøminum hevur eina læsing, men tað ber til at bíleggja hurð við 3-punktslæsing. Takvindeyga er uttan motor, men hesin kann bíleggjast eyka.
Vit hava álit á okkara vørum og hava tí eitt 12-ára garanti uppá útistovur, havastovur og vakstrarhús.