Viðlíkahald

Onki er fullkomiliga viðlíkahaldsfrítt.
Sama um tíni vindeygu ella hurðar eru av træ, plasti ella aluminium, so er gott at hyggja nærri at teimum viðhvørt.

Smyrjing

Ein góður vani er at smyrja besløg, hongsl, skinnarar, glíðarar og oyruni ovast í hornunum á vindeyganum – og annars allar liðiligar lutir eini tvær ferðir árliga. Hetta kann t.d. gerast á heysti og um várið. Soleiðis tryggjar tú tær, at vindeygu og hurðar eru klár til føroyska veturin og verða lívgað, tá veturin er av.

Vit mæla til at tit brúka okkara ́beslag-sprey ́ at smyrja liðiligar lutir við. Hetta er fyrstafloks evni frá okkara týska tilfarsveitara. Tú mást ongantíð brúka sprey ella olju við sýru ella rustloysara, tí tað upploysir ikki bert rust, men skaðar eisini haldførisviðgerðina á jarnlutum. Nýtir tú skaðilig evnir aá vindeyga ella hurð, kann tað ávirka títt garanti. Hjá GRANT kanst tú keypa beslag-sprey (smyrjioljuna) og serliga sápu til plastvindeygu og plasthurðar.

Reingerðing

Tá tú ert farin at smyrja, er tað eitt gott hugskot at hava ein klút og kanska ein lítlan kust við hondina. Turka og busta dust og fínan sand av pakningum og úr karminum.
Hevur tú plastvindeygu, eigur tú eisini at ansa eftir, at drenholini í vindeyganum eru opin, soleiðis at vatn ikki stendur í karminum, men kann renna út aftur. Drenholini eiga at hava ein kappa á uttan. Um tú manglar hesar, so eiga vit teir á goymslu og kunnu senda teir heim til tín.


Tú mást ikki brúka upploysandi evni so sum actone ella líknandi til reingerð. Ei heldur mást tú brúka hvassar lutir, stálull ella sandpappír, hvørki á glasið ella rammuna.
Vindeygu og hurðar, sum standa ábært til sjórok og saltráka, krevja meira røkt. Tú mást spula tey oftari fyri at fáa saltið av glasi, rammu, hongslum o.tl. Eisini eiga liðiligir lutir at vera smurdir oftari.
Hevur tú vindeygu við ventilum, kanst tú vænta, at dust og bitlar frá bilosi savnast í filtrum. Tí eigur tú at taka filtrið út viðhvørt og reinsa tað.

Tørv á hjálp?

Við hesi skipan koma tín boð beinleiðis til okkara fólk, sum avgreiða hesi viðurskifti kring landið. 

Vinarliga lat okkum so nógvar og neyvar upplýsingar sum gjørligt.
Tað kemur sera væl við, um tú kanst senda mynd av feilinum ella trupulleikanum.
Teigarnir, sum eru merktir við eini stjørnu (*) skulu vera fyltir út, fyri at fráboðanin kann fara ígjøgnum skipanina.

Takk fyri tína hjálp.