HDYGD trævindeygað er klassikarin, sum við sjarmu, hugna og stíli heldur í nógv ár. Fleiri av okkara trævindeygum frá byrjanini í 1968 eru enn í nýtslu. Hetta borgar fyri góðsku.
Træ/alu - um tú vilt hava meira
Somu dygdargóðu trævindeygu fáast nú eisini við aluminiumsklæðningi, sokallað træ/alu-vindeygu.
Les meira um tað longur niðri á síðuni.
Nógvir møguleikar
Fyri at tú kanst fáa røttu vindeyguni til heimið, verða HDYGD trævindeygu og træ-aluvindeygu framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava. Sama um talan er um topphongd, toppsving, síðuhongd ella við føstum karmi, og við sprossum ella ei. Við toppsvingi kann vindeyga vendast og útsíðan vaskast innanífrá. Hesir ymisku eginleikarnir kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi. Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. HDYGD trævindeygu og træ/aluvindeygu eru umfatað av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara kundum.
Haldgott timburvindeyga
HDYGD trævindeygu hava roynst framúr væl í føroyska veðurlagnum. Fleiri av okkara vindeygum, sum enn verða brúkt, eru meiri enn 40 ára gomul. Trævindeygað hevur ein alu-rútalista í neðra at verja ábærasta staðið á vindeyganum, har sum øll vætan frá vindeyga og veggi rennur niðurá. Botnglaslistin eru úr aluminium, og síðu- og toppglaslistin eru úr plasti.
Kjarnuviður og rotviðgerð
Okkara royndir við føroyska veðurlagnum gera at vit, umframt at brúka kjarnuvið, eisini rotviðgera viðin. Hetta leingir so mikið um livitíðina á HDYGD trævindeyganum, at tað livir væl longur enn líknandi innflutt vindeygu. HDYGD trævindeygað hevur 65 til 70 % av kjarnuviði, sum gevur natúrliga rotviðgerð. Timbrið verður eisini lagt í rotviðgerðarløg, so viðurin sýgur løgin í seg. Minst 5 mm rotviðgerð er undir yvirflatu og minst 5 cm í endum. Tað forðar fyri, at rotið byrjar beinanvegin slit kemur á málingina ella vindeygað fær eitt skursl.
Liðugmálað vindeygu
Nógv tíð og stríð er at spara, keypir tú liðugmálað vindeygu. Hjá okkum verður málingin sproytað á, eftir at timbrið er liðugt tilevnað, og áðrenn besløg, listar og glas verða ísett.
Máling verður sprøjta á rammuna og listar hvør sær.
Tað verður sostatt málað allastaðni, har tað skal málast, og ongastaðni, har tað ikki skal málast. Haraftrat er grundarin
ein soppadrepandi løgur, sum leingir livitíðina, vindeygað hevur.
Litir
Tú kanst velja at fáa vindeyguni ómálað ella málað. Vanligasti liturin er hvítt, og kallast tann litkotan NCS 0502-Y. Til ber annars at fáa tann lit, tú vilt hava – eisini um tú vilt hava ymiskar litir innan og uttan.
Alulistarnir, sum verða settir niðast á vindeygakarminum, og møguligir ventilar eru hvítlakkeraðir á hvítu vindeygunum og gráir, tá ið karmurin hevur annan lit.
Løtt og einføld røkt av timburvindeygum
Hóast HDYGD trævindeygu ikki krevja nógva røkt, er týdningarmikið at røkja tey rætt. Vindeygu, sum verða latin liðugmálað, klára vanliga 3-5 ár har ábart er. Í lívd kann tað ganga nakað longur, áðrenn tørvur er á viðgerð aftur. Øll besløg og mekanismur eiga at verða smurd regluliga og helst eina- til tvær ferðir um árið.
Sprossar til timburvindeygu
Umráðandi er, at vindeyguni hóska til tíni hús og tíni ynskir. Møguleikarnir at laga HDYGD trævindeyguni til tann stíl, tú ynskir, eru óteljandi. Um tú td. ynskir sprossar, so eru fyrst tveir møguleikar at velja í: gjøgnumgangandi sprossar og/ella klipssprossar. Gjøgnumgangandi sprossarnir eru 47 mm, 68 mm, ella 78 mm, meðan klips-sprossarnir fáast í 28 mm. Postarnir fáast í 68 mm og 78 mm.
Haraftrat fáast trævindeygu har sprossar eru ímillum rútarnar, soleiðis at glasflatan uttan og innan er sløtt.





















