Plastvindeygu úr Miðvági
Síðan tíðliga í 80-unum eru plastvindeyguni framleidd á virki okkara í Miðvági. Framleiðslan er lagað til eftirspurningin ígjøgnum árini, og í dag er størsti parturin sergjørd vindeygu í serligum sniðum, ið ikki fáast aðrastaðni, umframt hurðar og dragihurðar, sum síggjast aðrastaðni á heimasíðuni.
HDYGD-plastvindeygu eru snøgg og sterk. Tey eru rætta valið hjá tær, sum vil hava álítandi vindeygu, sum halda leingi við næstan ongari røkt. Ein árligur oljudropi á liðiligar deilir og reingerð eftir tørvi er einasta neyðuga røkt. Plastvindeyguni fáast í so at siga øllum sniðum og litum.
HDYGD-plastvindeygu eru fevnd av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum.
Vindeygu til tín tørv
Fyri at tú kanst fáa røttu vindeyguni til heimið, verða HDYGD-plastvindeygu framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava. Sama um talan er um toppsving, topphongd, síðuhongd, drej/kip ella við føstum karmi - og við sprossum ella ikki. Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. Hesir ymisku møguleikar kunnu saktans verða settir saman í sama karmi, tá ið fleiri vindeygu verða sett saman.
Vindeyguni fáast eisini í ymsum litum, trýst her.
Hongsl
HDYGD topp/sving
Topp/sving-vindeyguni fáast við eyðkenda beslagnum, sum vit eisini kenna frá Husmor-vindeyganum.
Standard sum galvaniserað, men vit hava eisini hvítt á goymslu. Til tann kræsna ber til at levera í litum eftir ynski.
HDYGD síðuhongd
Standard hongsul til síðuhongd vindeygu eru heittgalvaniserað. Til ber eisini at fáa tey í sýruføstum, rustfríum stáli, ofta rópt A4, ella AISI 316.
Læsingar
Til topp/sving
Standard handtøk til HDYGD plastvindeygu er eyðkendu hvítu handtøkini.
Til ber at velja nýggju hvítu ella gráu, rundaðu, handtøkini, rópt "Moderna".
Síðuhongd
Síðuhongd fáast við vanligum hvítum handtaki, við ella uttan læsing.
Fyri meira klassiska útsjónd, ber til at velja haspur. Standard haspur eru blankar, men vit kunnu eisini veita hvítar ella í øðrum liti.













