Um tú vilt hava vakrar og hugnaligar trærammur innan, men vilt sleppa undan viðlíkahaldi uttan, er HDYGD træ/aluvindeyga tað rætta til tín. Hetta er í grundini sama vindeyga, sum greitt frá omanfyri. Í mun til HDYGD trævindeyga, sum hevur ein alu-rútalista í neðra at verja mest ábæra staðið á vindeyganum, er allur karmurin á HDYGD træ/aluvindeyganum klæddur við aluminium, fyri at verja viðin móti regni og sólarljósi. Hetta ger, at vindeyguni krevja lítið og onki viðlíkahald, meðan hugnin frá trænum verður varðveittur innan. HDYGD træ/aluvindeygu eru fevnd av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum.
SPROSSAR TIL TRÆ/ALU
Til HDYGD træ/aluvindeygu fáast sprossarnir sum gjøgnumgangandi 68 mm og 78 mm og sum sprossar millum gløs í 18 mm, 26mm, ella 45mm. Eisini fáast klips-sprossar á 28 mm. at seta uttan og/ella innanfyri rútin.
LITIR
Sum standard er HDYGD træ/alu vindeygað hvítt, men kann eisini fáast í fleiri litum, bæði innan og uttan.
LØTT OG EINFØLD RØKT AV TRÆ/ALU-VINDEYGUM
Velur tú HDYGD træ/aluvindeygu, sleppur tú undan mestsum øllum viðlíkahaldi uttan. Innan er sum á vanligum trævindeyga. Besløg og mekanismur eiga at verða smurd tvær ferðir árliga. Nógv velja trævindeygu, tí tey eru heit og hugnalig innan. Tey, sum velja sær vindeygu úr aluminium, gera tað oftast, tí tey ikki krevja viðlíkahald uttan. Tað er tann klassiska tvístøðan: Velji eg teg her, so missi eg teg har … Men soleiðis er ikki longur. HDYGD-vindeygu úr límtræi, sum eru klødd við aluminium á útsíðuni, ganga báðum ynskjum á møti samstundis. Tú sleppur undan at mála uttan – men hevur kortini træ innan. Træ innan - Aluminium uttan.
