H-vinduet
H-Vindeyga

Norska samstarvið

Í áratíggju hava Grant, fyrr sum H-Dygd, arbeitt saman við norska H-Vindeyganum. Vindeyguni av okkara framleiðslu eru ment í samstarvið við normenn, eins og H-Vindeyga, og er enn, nærum eins.

Fyri fáum árum síðan, stovnaðu norsku H-Vindeyga fyritøku og framleiðslu í Litava, Plus Windows, og fyri tveimum árum síðan fór Grant í samstarv við Litavisku framleiðsluna, sum síðan hevur verið veitari hjá Grant.

Úrvalið

Norska H-Vindeyga, sum nú verður framleitt í Litava, er í stóran mun eins og okkara, sum verður framleitt í Miðvági. Nakrir smáir munir eru, t.d. vera okkara fukað í sprossasamlingum, umframt at okkara er hondsamlað, har størri trygd er fyri at feilir ikki eru.

Framleiðslan í Litava er eisini nakað meira einspora, fyri at fáa prísirnar niður, meðan ávísar avmarkingar eru. T.d. framleiða tey ikki størri eindir enn 6 m2, og lata ikki garanti uppá eindir størri enn 5 m2.

Harafturat framleiða teir ikki hurðina eins og vit, og tískil hava vit valt ikki at innflyta teirra hurðar og dragihurðar, orsaka av vandanum fyri leka.

Samantvinna

Av tí at H-Vindeyga og H-Dygd vindeyguni eru eins, ber væl til at samantvinna veitingar. So fæst lági prísurin á tí, teir kunnu veita, umframt serligu vindeyguni, sum bert vit gera, og hurðarnar frá egnu framleiðslu okkara, í einum samlaðum ordra.


SLØG AV VINDEYGUM