Vindeyga
Træ og træ/alu Plast Aluminium
Snøgg snið, lætt viðlíkahald og sera haldfør

HDYGD-plastvindeygu eru snøgg og sterk. Tey eru rætta valið hjá tær, sum vil hava álítandi vindeygu, sum halda leingi við næstan ongari røkt. Ein árligur oljudropi á liðiligar deilir og reingerð eftir tørvi er einasta neyðuga røkt. Plastvindeyguni fáast í so at siga øllum sniðum og litum.
HDYGD-plastvindeygu eru fevnd av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum.

Orkusparandi glas

Øll okkara plastvindeygu hava orkusparandi 3-lag glas við u-virði 0,5, um ikki annað er avtalað. 
Hevur tú onnur ynskir um glas, so eru aðrir møguleikar. Sí frágreiðing undir yvirskriftini ´Meira´.

Vindeygu til tín tørv

Fyri at tú kanst fáa røttu vindeyguni til heimið, verða HDYGD-plastvindeygu framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava. Sama um talan er um toppsving, topphongd, síðuhongd, dry kip ella við føstum karmi - og við sprossum ella ei. Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. Hesir ymisku møguleikar kunnu saktans verða settir saman í sama karmi, tá ið fleiri vindeygu verða sett saman.

Sprossar

Um tú velur at hava sprossar, og hvat slag av sprossum tú velur, hevur stóran týdning fyri heildarmyndina av húsunum. HDYGD plastvindeygu fáast bæði við gjøgnumgangandi sprossum og/ella álímaðum sprossum. Teir gjøgnumgangandi sprossarnir eru 64 mm ella 91 mm, meðan teir álímaðu sprossarnir eru 25 mm ella 45 mm. Postarnir eru 90 mm.

Litir

HDYGD plastvindeyguni verða framleidd í hvítum tilfari. Litkotan eitur RAL 9016. Til ber eisini at fáa vindeygu, hurðar og hurðafyllingar í øðrum litum. Tá líma vit eitt sera haldført folie á. Alsamt fleiri kundar keyp plastvindeygu við ymiskum litum. Spyr okkum um møguleikarnar, um hetta hevur tín áhuga.

Ómakaleys røkt

H-DYGD plastvindeygu krevja bert ein vátan klút og smyrjing. Fyri at fáa vindeygað at rigga sum best mæla vit til, at øll besløg og allar mekanismur verða smurd tvær ferðir um árið, t.d. á vári og heysti.

Frá ráðgeving til ísetan

GRANT er tín føroyski heildarveitari av vindeyga og fasaduloysnum. Vit ráðgeva tær, so tú fært tí røttu loysnina til tín tørv. Vit bjóða okkum eisini at taka tíni gomlu vindeygu úr og seta tey nýggju í. Spyr okkum um kostnað, og ger avtalu um nær tú ynskir arbeiðið gjørt.


Tilvísingar

SLØG AV VINDEYGUM
Toppsving
Fastur karmur
Síðuhongt
Topphongt
Fleirvent
Sersnið